- Eg havi í vikuni fingið at vita, at neyðugar lógarbroytingar verða ikki gjørdar fyrr enn um fleiri ár, sigur Sjúrður Skaale.
Í einum svari ger løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen, greitt, danska stjórnin raðfestir hvørki lógarbroytingar ella pening til fleiri starvsfólk til arrestina í Mjørkadali. Sjúrður Skaale sigur, at umstøðurnar og rættartrygdin hjá fangunum í Mjørkadali er verri enn hjá donskum fangum.
- At tørvurin er á fleiri starvsfólkum í Mjørkadali, havi eg sagt løgmálaráðharranum frá bæði alment og undir fýra eygum. Men nú er formligt svar komið uppá ein spurning um tað. Og tað er bara eitt ”nei” uttan haldgóða grundgeving. Hetta kann ikki góðtakast – og tí verða hesi viðurskifti eisini tikin upp í nýggja árinum, sigur Sjúrður Skaale.
Søren Pape Poulsen svarar Sjúrði Skaale, at ein heildarætlan er løgd fyri kriminalforsorgina í Føroyum og Grønlandi frá 2018 til 2021. Hann sigur, at sambært hesi ætlan eru umstøðurnar í Mjørkadali nøktandi til føroysk viðurskifti og at ongar ætlanir eru um at gera fleiri íløgur í Mjørkadal. Hann sigur kortini, at stjórnin heldur eyga við spurninginum um manningina í Mjørkadali.