Danir fara at krevja privatisering

-Vit kunnu ikki rokna við at fáa blokkstuðul úr danska statskassanum og framhaldandi hava so stór aktiv liggjandi hjá tí almenna, sum annars kunnu privatiserast. Hetta eigur man at gera sær púra greitt, líka mikið um man er til høgru ella til vinstru í politikki sigur løgmaður, sum eisini heldur tað vera rætt við partabrævamarknaði, soleiðis at vanligi føroyingurin kann gera íløgur í partabrøv heldur enn bara at kunna seta pengarnar inn á uppsparing í peningastovunum

 

Sjálvstýri og privatisering





Nú landsstýrið hevur lagt uppskot fyri tingið um yvirtøkur og minking av blokki hava vit spurt Anfinn Kallsberg, løgmann, um privatiseringar er lyklaorðið og fortreytin fyri at kunna fara undir nýggja sjálvstýrisleistin?


-Nú skulu vit minnast til, at danska stjórnin í samráðingunum hevur sagt, at einar sjálvstøðugar Føroyar hava við sær fýra ára skiftistíð. Danir hava eisini fleiri ferðir undir samráðingunum sagt, at vit hava ein sterkan búskap í løtuni og ikki minst, at vit hava nakrar reservar í almennum høpi, har helvtin av bankakervinum og stórur partur av vinnulívinum er í almennum regi sigur løgmaður, sum samtíðis vísir á, at bæði í Danmark og Noregi hava sosialdemokratiskar stjórnir framt álvarssamar privatiseringar av fyritøkum, sum eru nógv meira almennar enn tað vit kenna til. Tí heldur løgmaður, at hvat enn hendir, kunnu vit ikki rokna við at fáa blokkstuðul úr danska statskassanum og framhaldandi hava so stór aktiv liggjandi hjá tí almenna, sum annars kunnu privatiserast. Hetta eigur man at gera sær púra greitt, líka mikið um man er til høgru ella til vinstru í politikki.


Løgmaður ivast heldur ikki í, at málið um prativisering fer at verða tikið upp av donsku stjórnini fyrr ella seinni. -Tað, sum allir fíggjarfrøðingar siga, er, at vit hava stór aktiv í almennum høpi. Tað ræður so um at syrgja fyri at hava ein eftirspurning, áðrenn farið verður at bjóða út, tí annars fær man einki skilagott úrslit burtur úr. Og fyri at kunna geva tí meiniga føroyinginum møguleika at vera við, so heldur løgmaður, at neyðugt er við einum almennum útbjóðingarstað. Tað er tann skipanin, sum íslendingar brúka og sum føroyingar eisini hava hugt at. Hon skal vera grundarlag undir eini føroyskari skipan á hesum øki.


-Tað ber ikki til at privatisera almennar fyritøkur við bara at selja tær út til nakrar stórar íleggjarar. Tað er heldur ikki tað vit ætla. Vit ætla, at hetta skal vera atgongdin hjá hvørjum einstøkum føroyingi at gera eina íløgu. Tí er tað neyðugt við einum partabrævamarknaði í Føroyum sigur Anfinn Kallsberg, sum heldur, at tað kann gott vera, at hann skal gerast í samvinnu við ein annan partabrævamarknað, soleiðis at tú ikki hevur ta stóru umsitingina ol. Hetta er so ein fyritreyt fyri í heila tikið at fara undir privatiseringar. Harnæst er tað ein fortreyt fyri, at vanligi føroyingurin uttan hóvasták og lagaligari kann gera íløgur í aðrar privatar fyritøkur í Føroyum.


Løgmaður sigur seg tí ikki vera samdan í tí, sum samfelagsfrøðingurin Súni á Dalbø segði í sendingini, sum danska sjónvarpið herfyri gjørdi um Føroyar. Í tí sendingini segði Súni á Dalbø, at tað er skeivt at fara undir privatisering av almennum fyritøkum í sambandi við ein partabrævamarknað um somu tíð, sum oljuvinnan fer í gongd og útlendsk oljufeløg fáa fast undir fótum í Føroyum.


-Heldur man fast við, at vit ikki skulu hava nakran partabrævamarknað í Føroyum og verður hildið fast við almennu íløgurnar, er vandi fyri, at almennu fyritøkurnar, eitt nú Føroya Telé ikki fáa ta neyðturviligu kapitaltilgongdina fyri at kunna halda seg ajour og til tess at kunna gera tær íløgur, sum skulu gerast fyri at fylgja við tíðini. Men tað krevur nógv. Og tað er har ein partabrævamarknaður, sum er myntaður uppá, at vanligi uppspararin kann gera íløgur í partabrøv í skilagóðar fyritøkur - ístaðin fyri sum nú bara at vera vístur til at seta pengarnar inn á uppsparingkonto í føroyskum peningastovnum - kemur inn.