Danir eru til reiðar

Tá landsliðini hjá Danmark og Serbia fara á vøllin í Beograd seinnapartin, er tað aðru ferð, at liðini møtast í hesari EM-kappingini. Fyrru ferð var í innleiðandi umfarinum, og ta ferðina vunnu teir serbisku vertirnir. Men teir donsku spælararnir hava gjørt av, at tað skal ikki endurtaka seg í dag.

 

-Vit hava lært av tí fyrra dystinum ímóti Serbia. Tá hildu vit í hondbremsuna og runnu ikki við, men tað er júst tað, sum vit skulu gera, og tað spælið skulu vit hava fram í finaluni, sigur Hans Lindberg við DR. Liðfelagin Kasper Søndergaard heldur, at tað danska liðið spælir betri bæði í verjuni og í álopinum nú, enn tá liðið møtti serbum fyrru ferð. Tað sama sigur Thomas Mogensen:

 

-Sum heild haldi eg, at vit alt spælið hjá okkum er betri nú enn tá, og tí havi eg góðar vónir, serliga um vit kunnu spæla skjótt, tí serbar hava brúkt nógvar kreftir á vegnum til finaluna. Fáa vit teir at renna aftan á okkum, vænti eg, at vit fáa takið á dystinum, sigur Thomas Mogensen.

 

Viðmerkjararnir eru á einum máli um, at danski málverjin Niklas Landin kann fáa ein høvuðsleiklut í finaluni. Sjálvur heldur hann, at tað ræður hjá tí danska liðnum at sleppa nøkur mál fram um serbar, so endin ikki verður ov spennandi við 20.000 serbiskum áskoðarum í høllini.

 

-Tann fyrri dysturin vísti í hvussu er, at vit skulu vera eini tvey-trý mál frammanfyri teir seinastu fimm minuttirnar, tí annars verður tað sera torført, eftir sum teir eru á heimavølli. Umstøðurnar kunnu eisini ávirka dómararnar í endanum á dystinum, sigur danski málverjin við DR. Annars heldur hann, at serbiski málverjin, Darko Stanic, hevur verið tann besti málverjin í EM-kappingini.

 

Finalan millum danir og serbar verður kl. 16. Dómarar eru Kenneth Abrahamsen og Arne Kristiansen úr Noregi.