Danir eru millum teir mest islam-kritisku

79% av dønum síggja eitt størri samband við muslimska heimin, sum eina hóttan. Gjáin ímillum Vesturheimin og Islam gerst alsamt djúpri. Hetta vísir ein frágreiðing frá World Economic Forum. WEF hevur gjørt meiningskanningar í 21 ymiskum londum. Meiningskanningin vísir, at danir eru teir, sum eru mest kritiskir ímóti Islam. 79% av dønum síggja eitt størri samband við muslimska heimin, sum eina hóttan. Í Svøríki, Hollandi, Italia og Spania óttast millum 65 og 67% fyri einum størri sambandi við muslimska heimin. Muslimar eru í løtuni 4,6% av fólkatalinum í ES. Í 2025 væntast hetta talið, at verða millum 10 og 15%. Í stórbýum verður talið av muslimum upp ímóti teimum 30% av fólkatalinum. Sambært frágreiðingini hjá World Economic Forum er ?Ein vaksandi ótti fyri ?Tí muslimsku hóttanini? ímóti mentunnarliga samleikanum hjá evropa-búgvum.? WEF óttast fyri, at um viðurskiftini millum Vesturheimin og Islam versna, so fer hetta í ein stóran mun at kennast aftur í Evropa.