Danir eru í hálvfinaluni

Hóast talan ikki var um meistaraspæl, so var eingin ivi um 28-24 sigurin á Ungarn

Hondbóltsfepurin í Danmark heldur fram. Í kvøld hava danir í Jyske Boxen í Herning, har tað var stúgvandi fult, og frammanfyri meiri enn tveimum milliónum, sum sóu dystin í sjónvarpinum, vunnið 28-24 á Ungarn, sum vísti seg at vera eitt av tyngstu mótstøðuliðnum hjá dønum í hesi kappingini.

Úrslitið ber við sær, at tað longu undan síðsta dystinum í millumumfarinum er greitt, at Danmark hevur vunnið bólkin og skal spæla hálvfinalu fríggjadagin. Soleiðis verður tað uttan mun til, hvussu úrslitið verður, tá ið Ísland og Danmark mikudagin bresta saman.

Avrikið í kvøld var ikki so sannførandi, sum tað var, tá ið Danmark leygarkvøldið vann ímóti heimsmeistarunum úr Spania, og intensiteturin og spenningurin vóru heldur ikki á sama støði sum leygarkvøldið.

Í steðginum var Danmark frammanfyri við trimum málum, 14-11, og sum 2. hálvleikur leið, var munurin støðugt fýra mál og onkra ferðina meiri enn tað. Fram ímóti endanum minkaði munurin til tvey mál, men so skifti Danmark gir aftur, og úrslitið varð 28-24.

Danmark skal spæla hálvfinalu ímóti næstbesta liðnum í bólki 2 í miðumfarinum. Mikudagin verður tað greitt, hvør tað verður. Tað er sannlíkt, at tað verðurKroatia.