- Danir eiga hvørt oyra í Íleggingargrunninum

Jóannes Eidesgaard heldur lítið um atfinningarnar frá Høgna Hoydal í Sosialinum í gjár, har hann kallar tað kleyvarskap, at føroyingar hava latið dønum Íleggingargrunnin. – Danir hava goldið hvørt oyra í grunni, og tí eiga teir hann eisini, sigur løgmaður

- Eg haldi tað vera løgið av einum manni, sum sat seks ár sum varaløgmaður og í síni tíð fekk bjóðað frá Nyrup at yvirtaka vøllin frá dønum, men onki fekk gjørt við tað, nú finst at okkum fyri at hava loyst málið, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, um atfinningarnar frá Høgna Hoydal í Sosialinum í gjár.
Her skýrir floksformaðurin í Tjóðveldisflokkinum mannagongdina í sambandi við yvirtøkuna av flogvøllinum, sum vánaligt politiskt handverk frá føroyskari síðu. Hann kallar tað kleyvarskap at lata dønum Íleggingargrunnin fyri Føroyar.
- Sum málið er handfarið frá føroyskari síðu, er hetta ikki minni enn ein gøla, sigur Høgni Hoydal og heldur, at landsstýrið við hesi loysnini hevur forerað grunnin burtur til danir.
Hesum er Jóannes Eidesgaard, løgmaður, rúkandi ósamdur í.
- Danir hava jú goldið hvørt oyra í grunnin, og vit kunnu ikki bara siga, at hann er føroyskur. Hesin pástandurin er láturligur og heldur hvørki politiskt ella løgfrøðisliga, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Hetta er líka so langt úti, sum at at krevja ein peningastovn eftir einum láni, sum er afturgoldið, sigur løgmaður.
Fólkatingið samtykti hósdagin við 3. viðgerð at játta 365 mió. kr. úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar til útbygging av flogvøllinum í Vágum. Hetta merkir samstundis, at vøllurin verður yvirtikin 1. mai.
Jóannes Eidesgaard heldur tað eisini vera løgið at einum floksformanni í einum valári at leika so í og koma við ógvusligum ákærum um vánaligt politiskt handverk.
- Eg haldi, at hetta enn einaferð prógvar, at Høgni Hoydal ikki er til praktiskan politikk, men ístaðin velur at berjast ímóti vindmyllum. Skal Tjóðveldisflokkurin gera sær tankar um at koma í samgongu, so átti flokkurin at vanda sær eitt sindur meiri um orðavalið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður vísir á, at tað bar ikki til at finna eina betri loysn við danir, enn hana sum funnin er.
- Flogvøllurin er størsti fløskuhálsur í føroyska ferðslukervinum í dag, og útbyggingin kann ikki bíða longur. Atlantsflog stendur við einum flota av flogførum, ið skulu skiftast út, og tí má felagið hava ein longri vøll til til størri flogfør, sigur Jóannes Eidesgaard.
Høgni Hoydal vísti eisini á í greinini í gjár, at ongin trygd er fyri, at játtaða upphæddin fer at halda. Tvørturímóti heldur hann, at íløgan verður munandi dýrari.
Til hetta sigur Jóannes Eidesgaard, at hetta kann hann sum løgmaður ikki tryggja, men bert halda seg til tær metingar, sum gjørdar eru. Hesar vísa, at útbyggingin kann fremjast fyri hesa upphæddina.
Fer útbyggingin av flogvøllinum, nýggjum terminali og tekniskari útgerð at kosta meiri enn tær 365 mió. kr., so skal hetta játtast yvir fíggjarlógina.