Danir eiga at lata Grønlandi samráðingarrættin

Grønlendska heimastýrið eigur sjálvt at taka sær av samráðingunum við onnur lond um mál viðvíkjandi tí arktiska økinum. Tað heldur fólkatingsmaðurin Lars Emil Johansen. Hann er bangin fyri, at danir taka ikki viðurskiftini í Arktis í nóg stórum álvara og vísir á, at í seinastuni hava danskir fjølmiðlar gjørt nógv burturúr, at Lene Espersen, uttanríkisráðharri, valdi at fara suðureftir at halda frí ístaðin fyri at fara á uttanríkisráðharrafund um Arktis.

Hinvegin hava teir donsku fjølmiðlarnir gjørt lítið og einki burtur úr arktiska politikkinum, sigur Lars Emil Johansen við KNR.

Fólkatingsmaðurin, sum eisini er fyrrverandi landsstýrisformaður, stúrir fyri, at komandi danskir ráðharrar fara heldur ikki at vísa nóg stóran áhuga fyri Arktis, og tí vil hann hava danir at lata grønlendingum samráðingarrættin.

-Latið okkum fáa samráðingarrættin, sigur Lars Emil Johansen og vísir á, at sambært heimildarlógini kann landsstýrið samráðast um eitt nú viðurskiftini í Arktis.