Føroyingar eru ikki myndugir limir í norðurlendsku familjuni. Tað er avleiðingin av, at Norðurlandaráðið ikki vildi ganga føroyska ynskinum um fullgildugan limaskap á møti.
Eitt einmælt løgting samtykti annars tann 18. mars, at Føroyar skuldu søkja um fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men umsóknin fekk kalda móttøku í Norðurlandaráðnum. Orsøkin var, at danski forsætisráðharrin segði hana vera í andsøgn við donsku grundlógina, sum ikki loyvir Føroyum at fáa limaskap í millumtjóða felagsskapum.
Hetta hevur fingið Hergeir Nielsen, formann í Uttanlandsnevndini, at reisa fyrispurning til løgmann í Løgtinginum. Hann vil hava at vita, um løgtingið hevur framt samtykt, sum er brot á donsku grundlógina. Hann spyr løgmann, um okkara umsitingar- og lógarførleiki er nóg neyvur, ella um talan er um rættarligan ágang frá danskari síðu.
Spurningurin er, hví ein samtykt í løgtinginum, sum eftir øllum at døma er brot á grundlógina, kemur ígjøgnum bæði lógardeildina í Tinganesi og umsitingina í Løgtinginum, sum hevur til uppgávu at eftirkanna løgtingsmál.
Politikkur ? ikki jura
Ivasamt er, hvørja grein í Grundlógini Anders Fogh Rasmussen meinar við, tá hann sýtir føroyingum limaskap í Norðurlandaráðnum, tí tað hevur hann ikki viljað sagt enn.
Sosialurin vendi sær til Rúna Joensen, aðalstjóra í løgmálaráðnum, við spurninginum. Hann ger vart við, at løgmálaráðið hevur til uppgávu at eftirkanna uppskot til løgtingslógir, og í hesum føri er talan um uppskot til samtyktar, sum sostatt liggur uttan fyri teirra virkisøkið. Men hinvegin heldur hann problematikkin verða áhugaverdan.
? Eg havi hvørki kannað ella hugsað stórvegis um hendan spurningin, men eg dugi ikki at síggja nakra paragraff í Grundlógini, sum sýtanin fyri, at føroyingar fáa fullgildugan limaskap í Norðurlandaráðnum, kann heingjast á, sigur Rúni Joensen.
Aðalstjórin heldur talan meira vera um eina politiska avgerð enn løgfrøði, og hann sær sama mynstrið aftur í teimum samráðingum, sum í løtuni leika á.
? Hetta hongur kanska saman við øllum tí, sum gongur fyri seg í sambandi við yvirtøkulógina og tær yvirtøkur, sum vit standa fyri at fremja. Danska stjórnin roynir í hesum døgum at definera hugtakið ríkisfelagsskapur og ríkiseind. Tað fyrigongur í forsætismálaráðnum og danska løgmálaráðið hevur bara ein ráðgevandi leiklut. Tað vísir, at hetta snýr seg líka nógv ella meira um politikk enn um løgfrøði, og tað er forsætismálaráðið, sum setir dagsskránna, sigur Rúni Joensen.
Danir definera
Arbeiðið við yvirtøkulógini er eftir øllum at døma ikki so einfalt, sum tað ljóðaði, tá sonevnda tvøroyrarskjalið var undirskrivað av løgmanni og forsætisráðharranum. Nú verður viðgjørt, hvat føroyingar kunnu og ikki, og semja er ikki um alt.
? Definerað verður, hvar markið hjá grundlógini gongur. Um vit í Føroyum eru samd ella ósamd hevur eftir øllum at døma minni at siga. Vit kunnu gera vart við, at vit eru ósamd, men tað nyttar einki, sigur Rúni Joensen.
Og sambært aðalstjóranum er júst hetta munurin á at ráða sær sjálvum og ei.
? Eftir ta prosessina, vit hava verið ígjøgnum, er mín varhugi, at tað er hetta, sum suverenitetur snýt seg um: At hava tað síðsta orðið. Teir definera, hvar vit eru í mun til teirra. Vit kunnu mótmæla, men vit hava ikki so nógv at siga, sigur Rúni Joensen.
Álvarsligt afturstig
Hergeir Nielsen vil hava at vita, hví ongin klokka ringdi, tá uppskotið um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum fór í Løgtingið. Hann minnir samstundis á, at tað er ikki fyrstu ferð, at Løgtingið hevur framt eina einmælta samtykt, sum ikki verður vird; og vísir á hernaðarligur revsilógirnar, sum eru galdandi rættur í Føroyum ímóti Løgtingsins vilja.
? Hesi dømi av fleiri benda á, at talan er um sera álvarsliga afturgongd í ríkisrættarligu viðurskiftum okkara, har sjálv rættartrygdin innan ríkisrættin tykist vera fokin, sigur Hergeir Nielsen.
Hann heldur tað vera skilligt, at føroysk og donsk áhugamál sampakka ikki á fleiri týdningarmiklum økjum, og at føroysk lóggáva rennur seg ímóti ásetingunum í donsku grundlógini, serliga hvat møguleikum okkara fyri víðari samstarvi við hini norðanlondini viðvíkur.
? Orsøk er tá at spyrja, um føroyska lógarverkið er nóg væl at sær komið, ella um danska grundlógin, sum føroyingar ongantíð hava samtykt, veruliga fer at forða okkum í fullgildugum samstarvi við hini norðanlondini, sigur Hergeir Nielsen.
MYNDATXT
Tað var kanska ikki so nógva at feira, tá sonevnda tvøroyrarskalið varð undirskrivað, sum skuldi loyva føroyingum at yvirtaka øll málsøki. Í løtuni definera danir, hvar markið hjá føroyingum gongur, og tað kom til sjóndar, tá limaskapur í Norðurlandaráðnum var sýttur
Mynd: Jens K. Vang










