Danir brúka meiri varandi orku

Síðani 1990 er danska bruttotjóðarframleiðslan vaksin næstan 38 prosent, men nýggj tøl vísa, at donsk húski og vinnulívið brúktu minni orku í fjør enn í 1990. Samstundis brúka danir munandi meiri av varandi orku. Í fjør komu 22,3 prosent av orkunýtsluni frá varandi orkukeldum. Árið fyri var talið 20,1 prosent.

Ture Falbe-Hansen, sum er talsmaður hjá danska orkustýrinum, sigur, at størri elframleiðsla frá havvindmyllunum á Hornsrev og Rødsand hevur gjørt stóran mun, samstundis sum hita- og orkuverkini hava brúkt meiri træflísar og hálm sum brenni.

Danmark hevur bundið seg til at brúka meiri varandi orku, soleiðis at í 2020 skulu 30 prosent av orkunýtsluni koma frá varandi orkukeldum. Tore Falbe Hansen sigur við DR, at soleiðis sum tað nú gongur, koma danir upp á 28 prosent í 2020 og sostatt næstan á mál.