Nógvir fótbóltsáhugaðir danir bíðaðu sunnudagin við spenningi eftir at frætta frá Marbella í Spania, har danska felagið FC Keypmannahavn við Toda Jónsson er á venjingarlegu. Sunnudagin leikti FC Keypmannahavn ímóti norska liðnum Strømgodset, og tað var í hesum dystinum, at danir væntaðu at síggja nýggja álopsparið hjá FCK fyri fyrstu ferð.
Danska dagblaðið, B.T., skrivaði tó mánadagin, at venjarin hjá FCK, sviin Kent Karlsson, avgjørdi at útseta frumframførsluna av parinum, ið donsku fjølmiðlarnir longu hava navngivið Tho-To. Hetta stendur sjálvsagt fyri Thomas Thorninger, ið FCK hevur keypt úr italska felagnum Perugia og so Toda Jónsson. Thorninger bleiv útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki, meðan Todi Jónsson bleiv innskiftur miðskeiðis í sama hálvleiki.
Danska felagið vann annars dystin 2-1. Ein annar av nýggju leikarunum hjá FCK, Thomas Rytter, ið er keyptur úr spanska felagnum FC Sevilla, gjørdi fyrsta málið, meðan ein av kappingarneytunum hjá Tho-To, David Nielsen, gjørdi tað seinna.









