Danir atkvøða um grønlendskan OL limaskap

Á heimasíðuni hjá TV2 Sporten, hevur danska sjónvarpsstøðin í løtuni atkvøðugreiðslu um OL-luttøkuna hjá Grønlandi. Hetta hendir eftir, at danski mentamálaráðharrin Brian Mikkelsen í gjár segði, at hann vildi heita á stýri fyri Olympisku leikirnar um at lata Føroyar og Grønland stilla upp undir egnum flaggi.



Á heimasíðuni hjá TV2 eru ofta atkvøðugreðslur av ymsikum slagi, og nú sleppa hyggjararnir eisini at taka støðu til henda spurning: Hvussu skal Grønland luttaka í OL. Hyggjararnir hava tríggjar møguleikar at velja í millum:
- Undir egnum flaggi
 
- Undir egnum serreglum
 
- Undir donskum flaggi og donskum reglum
 
Í morgun høvdu umleið 4000 fólk atkvøtt, 90% halda, at Grønland skal sleppa at stilla upp undir egnum flaggi, 14% halda, at Grønland skal hava egnar serreglur og 16% halda, at Grønland skal stilla upp undir donskum flaggi og donskum reglum.