Daniel Udsen er toppskjútti í donsku 2. deild Øst, har hann hevur skotið ikki færri enn sjey mál í fimm dystum. Heimasíðan veit at siga, at Daniel Udsen kemur til landið leygardagin og verður ein partur av hópinum, sum skal dystast við Týskland á Tórsvølli týskvøldið.
Miðvallarin verður sostatt ikki við, tá FC Helsingør tekur móti Svebølle B&I.