Daniel Udsen mátti gevast

Føroyska landsliðið hevði í dag sína næst seinastu venjing undan dystinum móti Eysturríki fríggjadagin. Daniel Udsen fekk ein snudd til venjingina og mátti gevast.

 

Fyrrapartin í dag hevði landsliðið eina venjing á SV Wiener Linien í Wien. Hetta var næst seinasti møguleikin hjá føroysku spælarunum at vísa seg fyri landsliðsvenjaranum, Lars Olsen.

 

Allir teir føroysku spælararnir tykjast verða klárir, men Daniel Udsen fekk ein snudd eftir ein samanbrest og mátti gevast. Sum skilst, so er talan ikki um álvarsligan skaða. Landsliðið venur aftur í morgin klokkan 19:30 á Ernst Happel leikvøllinum. Tað er á tí leikvøllinum, at sjálvur dysturin veður spældur.

 

Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo