Daniel Sturridge til Liverpool

Liverpool hevur í dag keypt Daniel Sturridge frá Chelsea. Manchester United hevur leigað ein av evnaríku framherjunum út til Wigan.

 

Tað hevur leingi verið upp á tal, at enski landsliðsspælarin, Daniel Sturridge, hevur verið á veg til Liverpool. Í dag hevur felagið kunngjørt, at hann skiftir frá Chelsea til Liverpool fyri nakað yvir 100 milliónir krónur.

 

Daniel Sturridge er 23 ára gamal og kann spæla í álopinum og á vonginum. Hann er uppvaksin í Manchester City, men skifti í 2009 til Chelsea. Hann hevur ikki megnað at vunnið sær fast pláss á liðnum, og var eitt skiftið útleigaður til Bolton.

 

Daniel Sturridge er ikki tøkur til dystin í kvøld móti Sunderland, men kann vera við í FA Cup dystinum um vikuskiftið.

 

Manchester United hevur útleigað 18 ára gamla Angelo Hernandez til Wigan. Framherjin úr Kili kom til felagið fyri kortum, men hevur ikki fingið debut á besta liðnum enn. Manchester United hevur selt Joshua King, sum somuleiðis er ein ungdómsframherji, til Blackburn, har hann hevur verið útleigaður seinastu tíðina.

 

Premier League:

 

Liverpool – Sunderland (19:45)

Chelsea – QPR (19:45)

Newcastle – Everton (20:00)