Daniel Sturridge aftur skaddur

Áleyparin hjá Liverpool fekk eina fipurspreinging undir venjing fyrr í vikuni.

Liverpoolfjepparar hava seinastu vikurnar gledd seg til áleyparin Daniel Sturridge skuldi gerast frískur aftur, eftir at hann varð skaddur undir venjing við landsliðnum 5. septembur. 

 

Áleyparin hevur verið skaddur í seks vikur, men varð byrjaður at venja aftur og væntað var, at hann fór at verða klárur til dystin móti Queens Park Rangers í morgin.

 

Men so verður ikki. Undir venjing fyrr í vikuni, fekk hann eina fipurspreinging í tjúkkan, og verður nú væntandi skaddur í fýra vikur afturat.

 

Hetta er ein stórur smeitur fyri Liverpool. Tað er eingin loyna, at tað ikki hevur gingið eftir vild hjá liðnum, síðani Sturridge bleiv skaddur. Mario Balotelli hevur ikki fingið gongd á málskjótingina enn, hann hevur einans skorað eitt mál fyri felagið, í Champions League sigrinum móti Ludogorets, og liðið hevur einans vunnið tríggjar av teimum sjey dystunum, sum eru spældir, meðan Sturridge hevur verið skaddur.

 

Vandi er nú fyri, at Liverpool mugu spæla sjey dystir afturat uttan Sturridge, millum teirra eru tveir dystir móti Real Madrid í Champions League.

 

Dejan Lovren, Joe Allen og Emre Can eru annars frískir aftur, meðan Mamadou Sakho væntandi verður frískur aftur til dystin móti Real Madrid í komandi viku.

 

Liverpool spæla sum sagt móti Queens Park Rangers í London í morgin klokkan 13.30.