Daniel Johansen og liðfelagarnir í Thisted ferðaðust í dag til Sælands fyri at spæla dyst móti Roskilde í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Thisted vann dystin 3-2. Thisted fekk eina sera góða byrjan upp á dystin. Tá 37 minuttir vóru farnir hevði Jonas Graabæk Hansen við tveimum málum, og Maarouf Mostafa við einum máli lagt Thisted á odda 3-0. Daniel legði upp til seinna málið hjá Jonas Graabæk Hansen. Thisted skoraði undan steðginum, og skoraði aftur miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist Thisted at knógva sigurin heim.
Daniel var skiftur út tá 80 minuttir vóru leiktir av dystinum. Heini Fossdalsá Sørensen var ikki við í dag, tí hann fyrireikar seg saman við U21-landsliðnum til EM-undankappingardystin móti Andorra á útivølli komandi týsdag.
Liðið hjá Hørði H. Askham, AB leikti á heimavølli javnleik 0-0 móti Skive.
Bæði Thisted og AB hava 14 stig hvør. Tey eru eitt stig frá sætta plássinum, ið gevur rætt til at kappast í ovara endaspælinum um uppflyting til næstbestu deildina. Fremad Amager á sætta plássinum hevur 15 stig.
Gamla stórliðið, Esbjerg er greitt oddalið í deildini við 28 stigum.











