Daniel Craig ríkur av James Bond

Hann hevur blást nýtt lív í Bond filmarnar, og tað fær hann eisini góða løn fyri. Sambært Bang Showbiz fær Daniel Craig ikki minni enn 31 milliónir pund - ella 288 milliónir krónur - fyri hansara leiklut í tveimum James Bond filmum, sum koma út í næstum.

 

Harvið fær tann 44 ára gamli filmsleikarin nógv meira enn teir, sum áður hava havt leiklutin sum 007.

 

Sean Connery fekk 92.000 krónur fyri at spæla 007 í "Dr No". Seinni fekk hann hægri løn, og fekk í miðal tvær milliónir krónur fyri sínar seks Bond Filmar.

 

Sambært Ekstra Blaðnum svarar hetta í okkara døgum til 28 milliónir krónur fyri hvønn film.

 

George Lazenby fekk 3.1 milliónir krónur fyri sín eina Bond film. Roger Moore fekk í miðal 13 milliónir krónur fyri sínar Bond filmar.

 

Timothy Dalton fekk tað sama - 13 milliónir fyri sínar tveir filmar. Meðan Pierce Brosnan fekk 56 milliónir krónur í miðal fyri sínar framførslur sum 007.

 

Hetta veit heimasíðan hjá EB.dk í dag.