Danin Daniel Agger hevur av álvara fingið fótin fyri seg í Liverpool. Liðfelagarnir, viðhaldsfólk og fjølmiðlarnir rósa honum fyri hansara sannførandi avrik í miðverjuni hjá enska stórfelagnum.
Nú fær danin so enn eitt herðaklapp. Professional Footballers Association hevur kosið hann at vera besta leikaran í Premier League í september.
Í grundgevingunum verður skemtandi sagt, at Daniel Agger livir upp til søgurnar um, at hann er besta útflutningsvøran hjá Danmark síðani Carlsberg-øl.
Og fyrrverandi Liverpool leikarin, Torben Piechnik, er heldur ikki seinur at rósa Agger. Við givemefootball.com sigur hann, at ongin ivi er um, at Daniel Agger er ein av mest lovandi leikarunum í Danmark í fleiri ár.









