Klokkan 21.50 í kvøld fer at bera til at síggja føroyskan studentaskúlanæming luttaka í beinleiðis sangkapping á íslendsku sjónvarpsstøðini RUV. Henda rásin sæst á Televarpinum.
Tað er Dania Tausen av Toftum, sum gongur í Miðnámi á Kambsdali, sum í kvøld fer at syngja í íslendska sjónvarpinum. Saman við henni í Íslandi eru tónleikalærararnir Eyðun á Lakjuni og Randi Hansen, sum fer at spæla undir.
Síðsta leygardag var undankapping millum fýra føroyskar studentaskúlanæmingar, og tá varð tað greitt, at Dania Tausen skuldi til Íslands at luttaka í kappingini.
Eyðun á Lakjuni greiðir soleiðis frá úr Íslandi:
Hetta er kapping millum íslendskar studentaskúlar. Tólv skúlar luttaka við hvør sínum næmingi, og Dania er so sloppin við í ár at umboða Føroyar. Sendingin byrjar klokkan 21.50 føroyska tíð. Umframt at fylgja við í Televarpinum ber til at streama sendingina á ruv.is.
Sum vit skilja tað, so er Dania ikki við í sjálvari kappingini hjá dómarapanelinum um at vinna kappingina. Men høvi verður tó eisini at stemma við sms um populerasta sangin. Her er eisini møguligt at atkvøða fyri sanginum hjá Daniua og eisini ber til hjá føroyingum at avkøða. Soleiðis hava vit fingið hetta at vita, sigur Eyðun á Lakjuni úr Reykjavík, har tey í gjár vitjaðu studio Sagafilm, har tey fyrireikaðu. Tað var har, at henda myndin av Daniu Tausen varð tikin.










