Seinni í kvøld fer at bera til at fylgja við í, hvussu tað gongur í sangkappingini millum studentaskúlanæmingar í Íslandi. Kappingin hevur føroyskan áhuga, tí ein føroyskur studentaskúlanæmingur, Dania O. Tausen av Toftum, er føroyskt umboð í kappingini. Hon vann síðsta leygardag føroysku undankappingina.
Seinnapartin var aðalroynd í studio hjá Sagafilm, og tað gekk upp á stás. Sum tað sæst á myndini, so verður Dania í Guðrun & Guðrun kjóla, tá ið hon klokkan 21.50 í kvøld fer at syngja. Tað ber til at fylgja við á RUV sjónvarpsrásini og eisini á ruv.is, har tað verður streamað.
Fyri løtu síðani frættist úr Íslandi, at tað ber ikki til hjá føroyingum at atkvøða í kappingini. Tað ljóðaði annars fyrr í dag, og í Surk sendingini í útvarpinum hjá Kringvarpinum varð lagt upp til, at føroyingar skuldu avkvøða fyri Daniu.
Sanglærararnir í Miðnámi á Kambsdali eru við í Íslandi. Randi Hansen situr aftan fyri klaverið, og Eyðun á Lakjuni hevur tikið myndina.










