Ein dani hevur í dag vunnið stívliga 210,6 miljónir danskar krónur, og Danske Spil upplýsir í kvøld, at vinnarin hevur havt tey neyðugu fimm røttu vinnaratølini umframt tvey stjørnutøl.
Vinnarin, sum er haldarakundi hjá Danske Spil, er úr Kalundborg kommunu, og Danske Spil tekur til, at óiva fara hesi jólini, sum nú stunda til, at gerast nakað heilt serligt hjá ógvuliga hepna vinnaranum.
- Tað er bara heilt fantastiskt, at ein dani hevur vunnið fyrstavinningin á meira enn 210,6 miljónir krónur, og vit fegnast um at kunna senda vinnaran í jólafrí og inn í 2019 sum fleir miljóningur, siga tey í Danske Spil.
Lottovinningurin, sum er vunnin í dag, er hin næst størsti í søgu Danmarkar. Metið er ein vinningur á 315 miljónir krónur, sum varð vunnin í 2015.










