Eitt nevningating bleiv í gjár sett í Føroya Rætti, har tríggir mans í tjúgunum eru ákærdir fyri at hava roynt at smugla inn nærum eitt kilo av amfetamin í novembur í fjør. Teir tríggir menninir, tveir danir og ein føroyingur, hava sitið varðhaldsfongslaðir, síðani teir blivu handtiknir í fjør.
Vil einki siga um bakmenn
Tann 25 ára gamli danin greiddi í Føroya Rætti týsmorgunin frá, at hinir báðir ákærdu einki hava við málið at gera.
Hann segði, tá ið hann bleiv avhoyrdur í rættinum, at hann gjørdi avtalu við nakrar bakmenn í Danmark um at fara til Føroya við rúsevnunum, sum á gøtuni i Føroyum hava eitt virði á oman fyri eina millión krónur.
Spurdur, hvørjir bakmenninir eru, segði tann ákærdi, at tað vildi hann einki siga um.
Tá ið hann bleiv spurdur, hvør skuldi hava rúsevnini í Føroyum, segði hann, at tað visti hann ikki. Hetta skuldi hann fáa boð um, meðan hann var í Føroyum. Men danin fekk illgruna um, at okkurt var galið, og at løgreglan hevði funnið rúsevnini, tí tað vóru nøkur viðurskifti við hátalaranum, sum rúsevnini vóru fjald í, sum vóru broytt. Tí hevði hann boðað frá, at okkurt var galið, og av somu orsøk segði hann seg ongantíð fáa boð um, hvør skuldi taka ímóti rúsevnunum.