Tað er fyrrverandi AAB leikarin, Thomas Augustinussen, sum spælir við mótstøðuliðnum hjá HB, Red Bull Salzburg, ið hevur úttala seg til onside.dk
- Teir komu við geist og vilja og vit vunnu tann fyrra dystin 5-0. Tá hendir stundum tað, at tú heldur at alt kemur av sær sjálvum. Vit spældu ein ringan dyst í Føroyum og tað var fult uppiborið at HB vann, sigur Thomas Augustinussen.
Red Bull Salzburg vann 5-0 í fyrra dystinum, meðan HB vann 1-0 í Gundadali í returinum.
- Tað er eitt sindur pínligt, tá lítli beiggi vinnur á stóra beiggja, men tað týdningarmiklasta er, at vit eru víðari, sigur Thomas Augustinussen.
Sambært vælvitandi keldum í Miðlahúsinum, er tað ikki heilt rætt, at lið úr Eysturríki ongantíð hava vunnið í Føroyum. Landsliðið hevur sum kunnungt vunnið og spælt javnt ímóti Eysturríki. Tað fyrri taldi sum heimadystur, men var spældur í Landskrona í Svøríki. Í 2001 spældi HB 2-2 ímóti Grazer AK(GAK) á Tórsvølli, har Bárður Mortansson skoraði bæði málini. Og fyrr í vikuni vann HB so á Red Bull Salzburg.
Fimta og seinasta vitjanin er tá sama Grazer AK(GAK) í 1999 spældi ímóti KÍ. Her vilja væl vitandi keldur verða við, at KÍ tapti 5-0 á heimavølli. Sostatt hevur eitt lið úr Eysturríki vunnið í Føroyum.