Dani horvin í svensku fjøllunum

28 fólk hjá svenska herinum, fýra tyrlur og fleiri bjargingarlið við hundum leita eftir einum 19 ára gomlum dana, sum er horvin við Norrbotten í Svøríki. Tey leitaðu alla nátt, og leitingin heldur fram í dag.

Regn og mjørki darva leitingina, men tað frystir ikki um náttina, og tí hava bjargingarliðini framvegis vónir um at finna mannin aftur á lívi. Svenska løgreglan sigur, at tann ungi danin er væl fyri likamliga.

Tann 19 ára gamli danin ætlaði sær niðan á fjallið Allak, men tá hann ikki kom aftur, varð farið at leita eftir honum.