Danin Jens Tranum Kristensen, sum arbeiddi hjá ST, varð í gjár funnin álívi undir húsaleivdunum í Haiti eftir at hava ligið har fimm samdøgur. -Tað er einki minni enn eitt undur, at hann er á lívi, sigur ST-aðalskrivarin, Ban Ki-Moon, í einari viðmerkinging, at ST-embætismaðurin er funnin á lívi undir leivdunum av tí, sum var ST-bygningurin í Port-au-Prince.
Vanliga verður sagt, at vánirnar fyri at finna fólk á lívi eru sera smáar, tá meiri enn 72 tímar eru farnir síðani ein jarðskjálvta. Men danski ST-maðurin var eitt undantak, og sambært fronsku tíðindastovuni AFP hevði hann tað eftir umstøðunum gott, tá hann bleiv funnin.
ST sigur, at umleið 330 av tess starvsfólkum í Haiti eru ikki komin afturíaftur síðani skjálvtan.