Dani fongdur við Influensa A

Tann fyrsti danin er nú váttaður at verða fongdur við Influensa A H1N1, áður kallað svínakrím. Tað vátta Sundhedsstyrelsen fyri Ritzau Nærri umstøðurnar eru enn ókendar, men klokkan 15 føroyska tíð er tíðindafundur, og tá verða nærri umstøðurnar lýstar.

Heimasíðan hjá DR skrivar, at Sundhedsstyrelsen upplýsir, at danin ikki er smittaður í Danmark.

Heilsumyndugleikarnir í Danmark vita enn ikki hvussu vandamikið Influensa A er. Í Meksiko er boðað frá andaleiðsígerð, lungnabruna og deyðsføllum. Í USA og Kanada er boðað frá mildum influensasymptomum og bert einum deyðsfalli.

Tilsamans er talan nú um 331 tilburðir í 12 ymiskum londum.