Føroya Rættur viðgjørdi allan mikudagin á tamb enn eitt mál í stóra narkomálinum, sum hevur verið í hæddini síðan 16. januar.
Ein 30 ára gamal dani var hesuferð funnin sekur í at hava hjálpt til at smugla rúsevni til Føroyar. Dómarin fann haldgóð prógv fyri, at maðurin hevði veitt eitt kilo av hassji og umleið 40 gramm av kokaini til føroyska marknaðin, hóast hann sjálvur ikki hevði smuglað rúsevnini til Føroyar. Hann hevði givið einum smuglara tey í Keypmannahavn.
Umframt at skula sita átta mánaðir í fongsli varð hald lagt á 10.000 krónur, sum var vinningur fyri søluna, og 40 gramm av hassji, sum varð funnið í bústaðinum hjá manninum í Keypmannahavn, tá hann varð handtikin. Eisini skal hann rinda sakarmálskostnaðin. Ákæruvaldið vildi hinvegin vera við, at hann hevði fingið 22.500 krónur í vinningi og kravdi upprunaliga tíggju mánaða fongsling.
Tvey vitni vóru í rættinum henda dagin. Annað vitnið hevur longu fingið eitt ára fongsulsrevsing í narkomálinum, meðan hitt vitni framvegis situr varðhaldsfongslað og bíðar eftir dómsviðgerðini.
Maðurin noktaði seg sekan í at hava veitt einum smuglara eitt kilo av hassji, men hann játtaði hinvegin at hava veitt umleið 40 gramm av kokaini.
Rætturin tók frágreiðingina hjá øðrum vitninum, sum greiddi frá, at hann hevði fingið ein pakka við einum kilo av hassji frá tí ákærda, til eftirtektar.
Av tí at henda frágreiðingin ikki var nágreinilig á øllum økjum, gav dómarin tí ákærda eina linari revsing. Óvissan um mongdirnar kom í hesum førinum tí ákærda til góðar.
Dómarin segði í úrskurðinum, at danin fær seks mánaðir fyri kokaini og tveir mánaðir fyri hassjið. Dømt varð eftir føroyskari mannagongd, har lógarbrot við rúsevnum verða dømd harðari enn í Danmark, hóast lógarbrotini eru framd í Keypmannahavn, tí maðurin visti, hvar rúsevnini skuldu. Orsøkin er, at vinningurin av søluni er størri í Føroyum, og tí at føroyska samfelagið er meira viðbrekið.
Eisini fekk ákærdi linari revsing, tí hann hevur sitið avbyrgdur í varðhaldinum síðan 16. januar. Tíðin í varðhaldinum verður drigin frá samlaðu revsingini.
Maðurin vildi vera við, at hann ikki hevði nakran stórvegis leiklut í smuglingini av rúsevnum til Føroyar. Hesum vísti dómarin frá sær, tí hann helt, at avlurtingar av telefonsamrøðum millum tann 30 ára gamla danan og ein seljara í Føroyum, greitt vístu, at hann hevði verið við til at skipa fyri smugling av rúsevnum. Hesar avlurtingar vórðu spældar í rættinum.
Maðurin fer at umhugsa, um hann tekur við dóminum, og hann er nú leyslatin.










