Dani Alves er settur av liðnum

Í alt summar hava søgur gingið um, at sterki høgri bakkurin hjá Sevilla, brasiliumaðurin Dani Alves, er á veg úr felagnum.

 

Chelsea hevur verið fremst í røðini av stórfeløgum, sum hava ætla sær leikaran, men enn er einki hent.

 

Chelsea hevur boðið Sevilla nærum 275 mió. kr. fyri Alves, sum kostaði 7 mió, tá hann kom til Sevilla í 2003. Sevilla tykist tó ikki rættiliga at hava hug at selja bakkin, sjálvt um hann vil sleppa frá felagnum.

 

Dani Alves er blivin so argur um, at hann ikki sleppur at skifta felag, at hann í morgun boðaði frá, at hann ætlaði sær í streyku, um felagið ikki vildi selja hann.

 

Hetta bleiv ikki væl móttikið av venjaranum hjá Sevilla, Juande Ramos. Hann valdi nevniliga at seta Dani Alves av liðnum til dystin mikudagin, har Sevilla møtir AEK Athen í fyrsta dystinum í 3. kvalifikatiónsrundu til Champions League.

 

Síðsta orðið í søguni um Dani Alves er neyvan sagt enn, men hvat fer at henda víðari frá nú av, veit eingin enn.