Danfoss selur alt virksemi í Russlandi

Lokala leiðslan í Russlandi keypir alt virksemið hjá Danfoss í landinum. Danfoss fer harvið alment av marknaðinum.

 

Danska virkið Danfoss hevur gjørt avtalu um sølu av russiska og hvítarussiska virksemi sínum.

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Virksemið er selt til lokalu leiðsluna í einum sonevndum leiðslukeypi, management buyout.

Danfoss avgjørdi í apríl at fara úr Russlandi og Hvítarusslandi.

– Lið okkara í Russlandi og Hvítarusslandi eru framúr, og tað ger hesa avgerð so trupla. Vit harmast avgerðina, men í núverandi støðu eru ikki aðrir møguleikar, segði Danfoss tá.

Tað vóru millum annað tiltøk og órógv í veitingarketuni sum orsøk av krígnum í Ukraina, sum var orsøkin.

Sølan væntast at vera endað í september í ár. Síðani fer danska felagið ikki longur at hava virksemi á russiska ella hvítarussiska marknaðinum.

Danfoss vil ikki gera viðmerkingar um søluna fyrr enn hálvársroknskapurin er klárur 23. august, upplýsir Danfoss fyri Ritzau.

Felagið hevur virkað í Russlandi síðani 1993. Býtt millum Russland og Hvítarussland eru umleið 1300 starvsfólk í virkinum.

Fyrrverandi nevndarformaður í felagnum, Jørgen Mads Clausen, hevur lýst virksemi í Russlandi sum eitt »innflutningsfelag«.

Russisku verksmiðjurnar keyptu komponentar frá Danfoss-verksmiðjum aðrastaðni í heiminum, og síðani varð framleiðslan seld í Russlandi.

Tiltøkini ímóti Russlandi hava tó gjørt tað trupult at innflyta nakað til landið.

Danfoss, sum var stovnað í 1933, er mest kent fyri framleiðsluna av termostatum. Virkið ger eisini køliútgerð, luftkonditionering, elektromotorar og ventilar.

Harumframt mennir Danfoss loysnir til varandi orku inn sólorku og hitapumpu.

Við yvir 40.000 starvsfólkum býtt út á fleiri enn 100 lond er felagið eitt av teimum størstu donsku feløgunum.

Í 2021 hevði Danfoss eitt nettoyvirskot upp á slakar 4,7 milliardir krónur.

/ritzau/