TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við málskjúttan hjá EB/Streymi, Dan í Soylu aftaná EB/Streymur hevði tapt 1-2 ímóti HB í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.
Leingi stóð væl til hjá EB/Streymi, sum var á odda við einum máli, sum Dan í Soylu hevði skotið. Dan í Soylu greiðir eisini frá hvussu hann legði EB/Streym á odda.
Í samrøðuni verður eisini nortið við brotssparkið HB fekk, sum førdi til, at HB javnaði til 1-1. Dan í Soylu heldur ikki, at talan var um brotsspark: - Símun Samuelsen kastaði seg, sigur ein ivaleysur Dan í Soylu.
Dan í Soylu iðrar seg um tepra tapið, men hann heldur, at hann og liðfelagarnir stóðu seg leikliga væl í dystinum ímóti HB í dag. Nú ætla teir í EB/Streymi sær stig ímóti Víkingi 2. páskadag.










