Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har tey ynskja honum tillukku við heiðurinum.
- Hetta er rættiliga stórt fyri føroyska svimjing, at ein av okkara dómarum soleiðis sleppur framat á hesum fyrsta evropeiska OL, og tað enntá undir føroyskum flaggi, sigur Svimjisambandið í tíðindaskrivi.
Dan Hjelm hevur fyrr roynt seg í evropeiskum høpi, tá ið hann og Elin Matras í desember 2013 umboðaðu Føroyar sum svimjidómarar á evropameistarastevnuni á stuttgeil.
Umframt Dan og Elin, hevur Jon Hestoy eisini royndir sum altjóða dómari í open water stevnum, umframt at hann sum limur í teknisku nevndum LEN og FINA hevur aðrar uppgávur innan fyrisiting av open water stevnum. Eitt nú var Jon fyri stuttum trygdarumboð hjá FINA á open water stevnu í Argentina.