Dan Olsen við nýggjum videolagi

Lagið kallast "Never Never Ever Giving Up".

Dan Olsen hevur givið nýtt videolag út til lagið "Never Never Ever Giving Up".

 

– Mítt tónleikaforlag bjóðaði mær til USA í januar, har eg m.a. skrivaði og upptók hetta lagið saman við amerikanaranum Daniel Agee, sigur Dánjal Rói Olsen, sum í tónleikahøpi kallar seg Dan Olsen.

 

Tað kom út í dag saman við einum videolagi.

 

Videolagið hevur føroyingurin Daniel á Lofti gjørt. Hann er eins og Dan Olsen búsitandi her í London.

 

Hygg at videolagnum her:

 

##med2##