Í morgun gav Dan Olsen nýtt sjónbandalag út til nýggja staklag hansara 'Be Myself'.
– Søgan umboðar tabu umstøður og minnilutabólkar í samfelagnum, og boðskapurin snýr seg um, hvussu vit eru nokk, júst sum vit eru, sigur Dan Olsen.
Føroyingurin, Daniel á Lofti, ið eins og Dan býr í London, hevur leikstjórnað.
– Vit báðir og Code the Creator (kameramaður) settu okkum saman fyri nøkrum mánaðum síðan og komu upp við søguni.
Síðsta ár skrivaði og framleiddi Dan Olsen lagið saman við Julian Simmons, ið millum annað hevur arbeitt við Ed Sheeran.
– Síðsta ár gjørdu vit báðir eisini lagið 'Pocketful of Sunshine'.
Hoyr og síggj videolagið her:
##med2##