Tað var sum dagur og nátt hjá AB. Fyri einari viku síðani fegnaðust argjamenn um framúr avrik og 2-1 heimasigur ímóti HB. Í dag eru argjamenn sera vónbrotnir av sær sjálvum, eftir at B36 fór heim aftur um ánna við 5-0 sigri.
-Eg veit ikki, hvat tað var, sum kiksaði, men tað var eyðsýnt, at í dag bar einki til, og hugburðin ímóti HB fyri viku síðani sást einki til. Vit kunnu ikki annað enn gloyma hetta og so venda eygnunum imóti leygardegnum, tá ið vit skulu spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Tað kennist altíð torført at spæla við Margáir, og tað er heilt víst, at um vit ikki tá fara at avrika heilt øðrvísi, enn vit gjørdu í dag, so fara vit einki at fáa burturúr, ásannar Jákup Pauli Breckmann, sum er AB liðformaður.
Dan Brimsvík er venjari hjá B36, og hann er væl nøgdur við avrikið og sigurin á Argjum, sum er tann størsti í ár – saman við 5-0 heimasigrinum ímóti EB/Streymi. Tað var í fimta umfari. Sigurin ber við sær, at tað nú eru fimm stig frá B36 og aftur til EB/Streym.
-Tað hevði stóran týdning, at vit fingu hol á, tá ið eitt koter var farið, og at vit vóru frammanfyri 3-0, tá ið stórur hálvur tími var farin. Fríggjadagin eiga vit Skála á heimavølli, og nú er tað týdningarmikið, at vit varðveita fokus og vinna fjórða sigurin á rað. Um tað skal eydnast, so er neyðugt at vit av álvara arbeiða fyri søkini, sigur B36 venjarin.
Michal Przybylsi var rættiliga eyðsýndur í dag. Hann átti uppleggið, tá ið Rasmus Reihdar Nissen setti hol á, og hann skoraði tvey mál – til 2-0 eftir upplegg frá Andrassi Johansen og til 5-0 eftir upplegg frá Magnusi Egilsson, sum er vongverji í vinstru.
Stórur hálvur tími var farin, tá ið Sonni Ragnar Nattestad varð skrásettur sum málskjútti til 3-0. Hann stýrdi bóltin í málið, eftir at Bjarki C. Nielsen royndi seg.
Verjukendi miðvallarin Magnus Holm Jacobsen átti fjórða málið. Hetta var fimta ferðin í ár, at hann var málskjútti. Trý av málunum eru skorað við brotssparki.
-
AB – B36 0-5 (0-3)
0-1: Rasmus Reihdar Nissen
0-2: Michal Przybylski
0-3: Sonni Ragnar Nattestad
0-4: Magnus Holm Jacobsen
0-5: Michal Przybylski
Dómari: Bjarki Danielsen










