##med2##
B36 hevur longu megnað eitt teir ikki megnaðu í 2020. Teir hava fingið stig móti HB aftaná javnleik 0-0 á útivølli móti HB á Tórsvølli.
- Eg eri glaður og stoltur um avrikið, og tað sum eg sá á vøllinum í dag, men tað er klárt, at tá ein hevur yvirlutan í málmøguleikum sum í dag, so stendur ein við einari eitt sindur tómari kenslu, men alt tað sum vit vísa á vøllinum í dag kunnu vit vera nøgdir við, tí vit eru enn á "Babystøði" í okkara menningartilgongd, segði høvuðsvenjarin hjá B36, Dan Brimsvík aftaná dystin.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Dan Brimsvík aftaná dystin á Tórsvølli.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hørð H. Askham hjá HB.