Í ár varð túrurin planlagdur at vera leygardagin 22. august kl. 11 úr Havnardali. Hvør leiðin verður henda dagin velst um veður og vind. Leygarmorgunin var av fagrasta veðri, men av tí at fleiri av damunum skuldu luttaka í skrúðgongu um tað mundi, sum skuldi vera fyri Poul Mohr, sum fylti áttati henda sama dag, bleiv damutúrurin útsettur til kl. 14 ístaðin.
Fimtan vælupplagdar damur møttu upp í Havnardali kl. 13 og við Gunrid sum kapteini var semja um at fara fyri Sunnan tvs. suður undir Kamb.Við væltrenaðum rossum og fyltum saðiltaskum gekk leiðin upp á Velbastaðháls og haðani yvir í Reynsmúlalág, ið hevur hýst mongum fólkafundi og har tann víðakendi av gróti lagaði Prætikustólurin stendur. Tað var vist eisini á hesum staði at kendi sangurin hjá Jóannes Patursson (1866-1946) “Boðar tú til allar tjóðir” fyri fyrstu ferð varð sungin alment á fólkafundi 9. juli 1905. Eitt sera áhugavert øki - eitt av náttúruni formað amfiteatur.
Síðani gekk leiðin suður undir Kamb. Onkur misti skógv á veg suðureftir, men skógvingina tað kláraður damurnar sjálvar, og eftir stuttan steðg var aftur klárt at ríða. Komnar suður undir Kambin var saðla av so ross og damur kundu njóta løtuna. Rossini nutu tað saftríka fjallagrasi og damurnar nutu tað sum í saðiltaskunum var. Ein ógloymandi løta – høgt til loft og vítt til veggja. Onkur helt fyri, at tað var deiligt at vera dama á fjøllum í Føroyum. Eftir í sólskininum at hava etið seg mettar og vælsettar og ordnað verðins problematikkin gekk leiðin heimaftur. Enn ein ógloymandi dagur var at enda komin.