Damor byrjar aftur

Hósdagin letur handilin hjá Damor upp aftur. Handilsbygningurin hjá Damor á Argjum brann í grund herfyri, men nú verður latið upp í leigaðum hølum.

Síðani herviliga eldsbrunan hevur leiðslan í Damor arbeitt miðvíst fyri, at handilin kundi halda fram við sínum virksemi. Nú er ein loysn funnin, og hósdagin á miðdegi ber aftur til at keypa el-vørur, súkklur og annað frá Damor.

Fyribilsloysn
Damor letur upp í leigaðum hølum á Sandvíkarhjalla í bygninginum hjá Poul Mohr. Talan er um gamla bygningin hjá Farpack beint við síðuna av bygninginum hjá Litaval.
Stjórin í Damor, Per Mortensen, sigur, at tað hevur gingið rímuliga væl við at koma í gongd aftur við virksemi hjá handlinum. Nýggju hølini eru 960 fermetrar til støddar, og tað er eini 3-400 fermetrar minni enn gomlu hølini á Argjum. Hetta heldur Per Mortensen tó ikki fer at merkjast, tí á Argjum var talan um fleiri hæddir, meðan í nýggju hølunum er alt í eini hædd.
- Allir mans hava arbeitt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi fyri at fáa tað at bera til, og eg kann ikki siga annað, enn at her er veruliga talan um eitt lið av starvsfólkum, ið stendur saman og ger tað møguligt at lata upp aftur so skjótt, sigur Per Mortensen.
Stjórin í Damor sigur, at hóast tað var ein øgiligur skelkur, at gamli handilin brann í grund, so hevur tað eisini verið rættuliga spennandi at byggja alt upp aftur, men hann leggur eisini afturat, at nýggju hølini bert eru ein fyribilsloysn.
Per Mortensen sigur, at hóast teir hava roynt at bílagt allar vørur, ið vóru á goymslu á Argjum, so vilja tað tó altíð verða onkrir smálutir, ið mangla. Tí er tað ikki óhugsandi, at um onkur hevur keypt eina súkklu frá Damor, og súkklan skal til umvælingar, at onkur eykalutur noyðist at bíleggjast úr Danmark.
Undan eldsbrunan á Argjum hevði Damor eisini eina deild í Álakeri, men hendan deildin verður nú eisini flutt niðan á Sandvíkarhjalla, so at alt virksemið hjá Damor verður savnað í einum bygningi. Nýggi handilin hjá Damor letur upp hósdagin klokkan 13.