Dalsvegurin verður avloystur av tunli

Dalur: Tað var mestsum um somu tíð at tað hendi: Løgtingið játtar pening til tunnil til Dals, og at dalbingar enn einaferð fingu staðfest, hvussu vandamikið vegasamband teirra við umheimin er.
Løgtingið hevur annars samtykt at játta 7 mió. kr. næsta ár til at gera ein
tunnil til bygdina. Og hetta man  fyri dalbingar og sandoyingar annars  eisini vera upp á tíðina.
Tað er ikki dagur, at ikki steinur liggur á vegastrekkinum millum Dal og Húsavík, og fyri fólkið í Dali man tað tykjast ørkymlandi at tey annaðhvørt sjálvi, ella eru noydd at senda børn síni av bygdini til meginskúlan.
Fyrrapartin fríggjadagin var aftur eitt skriðulop á vegastrekkinum. Men tíbetur kom heldur eingin til skaða hesaferð.
Nær arbeiðið uppá tunnilin fer at byrja er enn ógreitt, tí enn eru bert tær innleiðandi kanningarnar farnar í gongd.