Løgreglan fekk seinnapartin í gjár boð um, at vegurin millum Gomlurætt og Velbastaðháls var illa dálkaður av olju, og serliga nógv olja var á vegnum millum frákoyringarnar til Velbastaðar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti í morgun at siga, at oljan helst er likin úr einum bili, og tey eru sannførd um, at bilførarin hevur varnast, hvussu vorðið er.
- At síggja til hevur bilurin koyrt inn á eitt pláss við vegin, har grús liggur, og her er rættiliga nógv olja. Kortini sær út til, at bilførarin hevur koyrt víðari, samstundis sum olja framvegis hevur likið úr bilinum.
Løgreglan sigur, at her krevst rættiliga stórt upptak, tí talan er eftir øllum at døma um stórar nøgdir av olju. Tey halda, at førarin, sum hevur ábyrgdina av hesum, saktans kundi boðað frá lekanum og dálkingini.
- Vit vilja fegin frætta frá fólki, sum kunnu hava sæð okkurt um hesar leiðir seinnapartin í gjár, sigur løgreglan.