Dálkað vatn í Tjørnuvík

Sunda Kommuna boðar frá, at íbúgvar í Tjørnuvík skulu kókað drekkivatnið

 

Ov nógvar bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Tjørnuvík. Hesum boðar Sunda kommuna frá á heimasíðu sínari.

 

Hyggjuráðini hjá borgarunum í Tjørnuvík eru tí at kóka drekkivatnið. Og tey boðini standa við, til onnur boð verða givin.