Torusláttur er helst orsøkin til, at fólk í Dali ikki hava havt nakað telefonsamband síðani í gjárkvøldið.
Tað var stutt fyri klokkan 9 at dalbingar brádliga mistu telefonina - bæði fastnetsambandi og GSM-sambandið. Soleiðis hevur bygdin ligið í telefonloysi nú í meiri enn 13 tímar.
Av Føroya Tele fær Portalurin upplýst, at tey taka hetta málið í størsta álvara, og hava sent fólk hagani á staðið, til tess at rætta brekið.
Sum er, hava tey tveir sonevndar fordeilarar á eystursíðuni á oynni - annar á Krossinum, har vegurin fer í tvíningar til Skálavíkar og Húsavíkar, meðan hin er í Dali. Hesar báðar støðirnar skulu kannast fyrst.
Sum skilst miða tey hjá Føroya Tele eftir, at telefonsambandið kemur í rættlag aftur skjótt - væntandi um middagsleitið.
Víst verður tó á, at dalbingar eru ikki púra avskornir á samskiftis-økinum, tí internetið er virkið hóast alt.










