Andaligi leiðarin hjá tibetanunum, Dalai Lama, sigur, at hann tekur undir við, at teir olympisku leikirnir verða hildnir í Kina -Tibetanska stjórnin og mong í Tibet royna ikki at strðga tí olympiska kyndlinum, og Dalai Lama styðjar leikirnar, segði forsætisráðharrin í teirri útlagnu tibetansku stjórnini, Samdhong Rinpoche, í morgun.
Stutt frammanundan segði Dalai Lama sjálvur, at hann tekur undir við, at Kina er vertur fyri teimum olympisku leikunum.
Nógvastaðni kring heimin hava fólk mótmælt, at OL verður í Kina, tí kinesisku myndugleikarnir kúga minnilutar so sum fólkið í Tibet.
Tá olympiski kyndilin bleiv borin ígjøgnum San Fransisco í gjár, broytti býráðið leiðina fyri at sleppa undan ófriði.