Dahlerup teknaði dómkirkjuna

Fyri 145 árum síðan:

Aftaná bardagan í 1864 millum Danmark og Týskland, tá føroyingar av sínum eintingum og eftir førimuni savnaðu saman fittan peningastuðul til danskar hermenn, var nógv talan um at hjálpa oyggjarfólkunum at reisa dómkirkjuna í Kirkjubø til tøkk fyri teirra góðvilja. Hin danski arkitekturin Dahlerup var í árinum 1865 sendur higar við hesum endamáli, og er omanfyri standandi mynd hansara uppskot til hina fullfíggjaðu dómkirkjuna.

Danski arkitekturin, sum varð sendur til Føroya í 1865, var Jens Vilhelm Dahlerup (1836 – 1907). Hann hevur teknað ein nógvar kendar bygningar í Keypmannahavn og setti sín eyðkenda dám á býin í 1800-talinum.


Dahlerup var við í nógvum ymiskum nevndum og komissiónum. Hann sat í dómsnevndini fyri arkitektaframsýningina í Philadelphia í 1876, eins og hann var við til at skipa fyri eini heimsframsýning í Paris í 1878.


Hann var m.a. arkitektur hjá Tivoli, har hann m.a. teknaði Pantomimeteatret í Tivoli, eins og og hann teknaði Carlsberg Bryggeri í 1880-unum. Hann var eisini við til at tekna Det Kongelige Teater og Hotel d'Angleterre í Keypmannahavn.


Dahlerup var ein háttvirdur arkitektur í síni samtíð, og hann fekk eisini nógvar heiðurslønir