Nuuk: Hósdagurin 2. desember kann gerast eitt týðandi vegamót í royndunum hjá Grønlandi at gerast framtíðar oljutjóð. Tá fer Ráevnisfyrisitingin í Nuuk at lata tilsamans sjey altjóða oljufeløgum 14 nýggj leitiloyvi í Baffin Flógvanum í Vesturgrønlandi. Fleiri av oddafólkunum hjá hesum oljufeløgum fara at taka ímóti loyvunum á einum hátíðarhaldi í Nuuk seinnapartin hósdagin. Millum umboðini fyri oljufeløgini verða m.a ovastu stjórarnir fyri altjóða leiting hjá Shell og Statoil og ber hetta boð um, hvussu stóran týdning nøkur av heimsins stóru oljufeløgum leggja í leitingina í Grønlandi.
Eisini í Føroyum verður fylgt væl við oljutilgongdini hjá grannanum fyri norðan, nú fleiri av oljufeløgunum, sum leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini, eisini eru við í leitingini í Grønlandi. Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum er millum teirra, sum fylgja gongdini í Grønlandi neyvt.
– Í Føroyum eru vit fegin um tann stóra áhuga, ið oljuleitingarvirksemið í Grønlandi hevur fingið. Við fleiri stórum altjóða feløgum, sum loyvishavarar, hevur Grønland gott útgangsstøði fyri dyggum leitivirksemi sigur hann. Men hann dylur ikki fyri, at hann heldur tað var spell, at føroyska felagið, sum søkti um loyvi, ikki var millum tey útvaldu.
– At Føroya Kolvetni ikki hevði eydnuna við sær hesuferð var spell, men sjálvandi virða vit avgerðina hjá grønlendska landsstýrinum.
Johan Dahl sigur víðari, at Grønland og Føroyar eru á ymiskan hátt í sama báti, tá tað um oljuleiting ræður. Nevnast kann t.d. at bæði londini eru lutfalsliga nýggj í hesi vinnuni, samfeløgini eru smá, so árin frá møguligari kolvetnisframleiðslu verða stór.
– Almennu fyrisitingarnar eru smáar, veitingarfyritøkurnar í báðum londunum eru smáar, men vilja fegnar hava møguleika at veita vørur og tænastur til oljuvinnuna, so tað eru ivaleyst møguleikar fyri, at vit kunnu njóta gott av hvørjum øðrum, skuldi áhugi verið fyri tí.
Tað eru eisini ymisk viðurskifti, sum ikki eru skipað eins í Føroyum og í Grønlandi. Tað kundi eisini verið áhugavert at umrøtt hesi viðurskiftini partanna millum sigur landsstýrismaðurin.
– Eg ætli mær at seta meg í samband við mín starvsfelaga í Grønlandi fyri at fáa umrøtt spurningin um nærri samstarv, bæði tá tað snýr seg um veitingar til hesa nýggju vinnuna og um sjálvt leitivirksemið.
Fyrisitingarnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark hittast umleið annaðhvørt ár at tosa um felags áhugamál, og er hetta eisini eitt forum, har møguleikarnir fyri nærri samstarvi kunnu umrøðast.
Eg vil ynskja Grønlandi góða eydnu við víðari leitivirksemi, og at tað skal eydnast teimum at uppbyggja eina nýggja vinnu landi teirra at frama sigur Johan Dahl at enda.