28. mai. Vilhjálmur, deyður í 812. Hertogi í Gascogne í Fraklandi. Var ein av kempunum hjá Karlamagnusi keisara. Tað er um hann, at Sjóvarbóndin yrkti kvæðið Viljorm Kornus. Hann fór í kleystrið inn at bøta sínar syndir. Seinni legði hann út aftur í herstríð, men halgisøgan sigur, at hann á gamalsaldri aftur fór í kleystrið, sum hann sjálvur hevði grundað. Upprunaliga týskt navn, vilji og hjálmur.