31. oktober. Upphav trúbótar Luthers. Eftir trúbótina koma, sum vera man, eingi nýggj halgimenni upp í álmanakkarnar, men luthersku álmanakkarnir varðveita tey gomlu nøvnini og taka eisini við tey nýggju katólsku nøvnini. So verða eisini ymiskir søguligar hendingar nevndar sum t.d. dagurin 31. oktober, sum verður hildin til minnis um, at Martin Luther setti sínar 95 setningar upp á slotskirkjudyrnar í Wittenberg.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)










