2. juli. Syftunsøka. Hildin til minnis um enska biskupin í Winchester Swinthun, sum doyði ár 862. 15. juli ár 971 varð hann skírdur halgimenni. Dómkirkjan í Stavanger í Norra er vígd honum. Minningardagur hansara er í Onglandi 15. juli, men í Føroyum og Norra er hann tann 2. juli, sum var deyðadagur hansara. Tað er tí helst úr Norra, at syftunsøkudagur er komin higar. 2. juli er eisini ein gomul mariumessa, vitjunardagur Mariu, til minnis um at Maria Moy vitjaði skyldkonu sína Elisabeth, móðir Doyparans. Niels Winther var føddur hendan dagin í 1822.










