18. januar. Prisca. Ung genta, sum einaferð í 3. øld verður hálshøgd fyri trúar sakir. Gomlu jól enda, tá ið jóladagur er 6. januar eftir julianska kalendaranum. Dagurin verður eisini róptur gamli trettandi. Vilt tú verða ríkur, skal tú gomlu trettandu nátt ganga út og sita á kjørbreyt. Magnus Heinason varð hálshøgdur hendan dagin í 1589.