27. juli. Marta. Eitt av systkinunum í Betániu; hon sum gjørdi sær stríð og ónáðir av mongum. Halgisøgan sigur, at Marta saman við systkinum sínum fór til Marseille í Fraklandi, har hon stovnaði eitt kleystur, sum hon livdi í í 30 ár. Aramáiskt navn, sum merkir húsfrúgv.