6. november. Leonhardus, deyður umleið ár 570. Munkur og trúboðari í Fraklandi. Hann legði ikki í at vera valdur til biskup. Leonhardus kundi øll lás og allar leinkjur at loysa og gjørdist verndarhalgimenni hjá lásasmiðum og fangum. Navnið er týskt og merkir leyva og harður.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)










